Innanlands

Seyðahús var um at ríva seg leyst í Kaldbak

Tað var nógvur vindur í løtum 2. jóladag, og tað verður eisini nakað av vindi í dag

Jólaveðrið 2024 kann lýsast sum heldur illfýsi (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Jólaveðrið 2024 kann lýsast sum heldur illfýsi (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2024-12-27 08:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jólaveðrið 2024 kann lýsast sum heldur illfýsi. Tað hevur ikki verið serliga "jólaligt" í veðrinum við kava og øðrum.

Heldur hevur tað verið meira merkt av vindi. Í summum støðum og í summum løtum seinastu dagarnar hevur tað verið heilt nógvur vindur.

Í samanumtøku av løgreglustøðini í Havn í morgun sigur vaktleiðarin, at tað sum so ikki hava verið fráboðanir um veruliga stormskaðar seinasta samdøgrið. 

Tó var eitt seyðahús í Kaldbak, sum í gjár, 2. jóladag, var við at ríva seg heilt leyst. Tað fór tó ongan veg, tá samanum kom, staðfestir vaktleiðarin.

Vindurin merktiskt millum annað eisini væl í Hoyvík seinnapartin 2. jóladag, men móti kvøldi og í nátt varð veðrið væl betri. Hetta merkti eisini lagið í býnum, har tað gekk lutfalsliga friðarliga fyri seg.

Sí eisini: Ógvuliga nógv fólk í býnum 2. jólakvøld - so at siga einki løgreglumál

Sagt verður frá heilt fitt av vindi aftur í dag, 27. desember.

Sí veðrið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder