2018-11-02 18:04
Leygardagin verður skipað fyri seyðasýning, har vakrastu seyðir úr hagapørtum í Vestmanna skulu finnast.
Undanfarin ár hevur verið góð undirtøka, og eins okkurt undafarið ár, verða dómararnir úr Kalsoynni hesaferð.
Seyðasýningin verður í húsunum hjá Fjallshaga frá klokkan 13 í morgin leygardagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald