Hetta vikuskifti eru Bókadagar í Norðulandahúsinum. Ymsikt ið umfevnir bókmentir er á skránni, og millum annað verður bókaframløga á skránni.
Klaksvíkingurin Steintór Rasmussen, ið er kendur í ymiskum samanhangum, hevur latið úr hondum enn eina krimiskaldsøgu:
Fjórða bókin um bindiklubban í Norðvík er veruleiki. Og eins í undanfarnu søgum, er tað í dagsins samfelagi at tingini henda. Seytjandi maðurin snýr seg um eitt beiskt val, sum er í hondum. Føroyingar eru sum altíð ymiskir á máli, hvør stevna gagnar fólkinum best. Misnøgdin við fleiri av landsins politikarum er kortini vorðin so mikið stór, at ein nýggjur flokkur verður stovnaður.
Men hvat broytir løgtingsvalið? Tíðin hevur sett síni brennimerki og líkasælan kravt síni offur.
Tá fólkavalda umboðið fyri Grønu Føroyar, ið gerst avgerandi atkvøðan í føroyskum politikki, hósmorgunin eftir fiskivinnutingið, doyr í eini illgrunasamari ferðsluvanlukku, eru fólk skelkaði og ruðuleikin í landinum fullkomin.
Lagnufulla brotsmannasøgan grevur upp nakrar gamlar syndir. Hon lýsir øvundsjúkuna millum menniskju, svik í barnaárunum, ta vandamikla girndina og hvussu politisk lokabrøgd ala fram í hampafólki djúpa vónloysisøði og drepandi hatur.
Seytjandi maðurin, verður framløgd í morgin klokkan 16.30. Signild V. Johannesen forkvinna í Mentanarnevnd Klaksvíkar Býráðs sigur nøkur orð og Kim Hansen syngur og spælir. Eisini verður møguleiki at hitta rithøvundan í Klingruni, har hann eisini signerar sína ræðandi aktuellu krimi-skaldsøgu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald