Nokk eru fleiri, sum hava fylgt væl við veðurforsøgnini til í morgin, tá Voxbotn 2019 verður hildið. Tað hevur sæð svart út seinastu dagarnar, har veðurstøðirnar hava boða frá nógvum regni seinnapartin og út á náttina.
Men nú sær øðrvísi út. Bæði danska DMI og norska YR boða frá turrum konsertdegi.
Fyrsta konsertin verður kl. 15 og tá letur Spælilandið eisini upp. Og frá kl. 15 og út á náttina boðar DMI frá loti til gul av útsynningi, millum 2 og 5 m/s. Einki regn og hitin um 10 til 13 hitastig.
YR sigur eisini lítið av vindi og turrum veðri. YR boðar frá andøvsgul av útsynningi, millum 5 og 7 m/s. Einki regn og hitin millum 10 og 11 hitastigum.
Nógv bendir tí á at talan verður um gott konsertveður, tá áhoyrararnir fara á Voxbotn í morgin.
Sí veðurforsøgnina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald