2021-09-10 12:26
            
        
        
                
            Í dag verður 35 ára starvsdagur hátíðarhildin á Føroya Bjór fyri Sigfríður Venned.
Hann byrjaði á Føroya Bjór longu, tá ið hann var 21 ára gamal og hevur starvast nógvu árini við at bryggja og brenna á Føroya Bjór og Einar’s Distillery.
Føroya Bjór varð stovnað í 1888 av íverksetaranum Símun í Vági. Ein støðug menning hevur verið á virkinum tey seinastu árini. Í dag teljast starvsfólkini heili 40 í tali kring landið.
Traditión og íverksetan, saman við góðum og trúgvum starvsfólkum, hevur verið við til at menna fyritøkuna til tað, ið hon er í dag.
                
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald