2018-06-26 09:53
Føroyski Sigmund Tróndheim verður radiovertur á P3 í summar. Tað fortaldi Sigmund í einum Instagram-uppslagi í gjár.
Hann verður at hoyra í viku 28 frá 12-14 danska tíð saman við kenda radiovertinum Sara Bro.
Sigmund gjørdist kendur um alt kongaríkið, tá hann við síni stóru persónligheit luttók í X Factor fyrr í ár. Hann varð sendur heim úr kappingini beint áðrenn finaluna - men tað sær ikki út til at hava minkað um hansara popularitet.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald