Tað er eydnast Ukraina at skaða fleiri russisk krígsskip, sum lógu í havnabýnum Feodosia á suðurstrondini av Krim-hálvoynni.
Tað var týsnáttina, at Ukraina gjøgnumførdi eitt loftálop á havnarbýin. Mett verður, at eini 34 fólk eru deyð og minst 23 særd eftir álopið.
Í hvussu so er eitt skip, landgongufarið Novotsjerkassk, er oyðilagt í álopinum, skrivar NRK.
Álopið á havnabýin verður sagt at vera størsti einstaki ósigurin hjá russisku sjóverjuni síðan kríggið í Ukraina brast á.
Fyrstu myndirnar vístu eina ógvusliga spreinging, sum bendir á, at skipið var fullastað við lóðuri. 62 fólk vóru søgd at vera umborð, tá tað varð rakt. 112 metra langa skipið er nú vrak.
Novotsjerkassk er sekstanda russiska herskipið, sum ukreinar hava rakt síðan kríggið brast á í februar 2022. Russar hava brúkt havnabýirnar í Krim til at raka býir og bygdir í Ukraina við sínum rakettum.
Skotgrøvskríggj
Hesin ukrainski “sigurin” er møguliga plástur á sárið fyri einum heldur illa hepnaðum ukreinskum summari og heysti, tí tað hevur verið so sum so við teimum góðu ukreinaku søgunum frá hermótunum hesa seinastu tíðina, møguliga tí at harnaðarstuðulin til Ukraina er minkaður.
Kríggið er alt meira endað í einum skotgrøvskríggi, har hermótini ikki flyta seg, meðan talið av deyðum og særdum hópast upp. Tíðindini frá hermótinum benda eisini á, at tað eru russisku deildirnar, sum klára seg best nú, skrivar NRK.
Russar eru fleiri í tali, og russiski herurin hevur lættari við at skaffa lóður og vápn, eitt nú við góðari hjálp úr Norðurkorea og Iran.
Hesa vikuna fingu russar valdið í ukrainska býnum, Marjinka, skamt vestan fyri Donetsk har eysturi í landinum. Hóast býurin er lítil, so verður hetta mett sum ein týðandi sigur fyri russiska herin.
Og tí er tað, at álopið á russisku sjóverjuna í Krim, nú verður lýst sum ein týðandi sigur, í eini annars daprari tíð hjá ukrainum.E
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald