2018-07-24 15:11
Ólavsøkan nærkast við stórari ferð, og hvør ger sítt til fyri at fyrireika seg til tjóðarhátíðina.
Sinnisbati fyrireikar seg eisini til ólavsøkuna, og boðar í dag frá, at tey fara at hava opið hús ólavsøkuaftan í hølunum í Laðabrekku 1.
Sinnisbati hevur valt at hava eitt heldur øðrvísi íkast til ólavsøkuna. Meðan opið hús er frá kl. 14 til 18 ólavsøkuaftan, verður møguligt at keypa sær eitt “vesi”-armband. Sinnisbati skrivar, at hetta verður hugnaligasta vesi-køin í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald