Innanlands

Sirið skal greiða frá orðingini “maki 1” og “maki 2”

Á tingfundinum í dag fer landssstýriskvinnan at svara fyrispurningi frá Jógvani á Lakjuni

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna

2018-11-08 09:46 Author image
Ari av Rana
placeholder

Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, fyrispurning um orðingina “maki1” og “maki 2” í Hjúnabandslógini. Í dag fer landsstýriskvinnan at svara fyrispurninginum.

Jógvan á Lakjuni spyr millum annað, um tað veruliga er satt, at orðini “maður” og “kvinna” eru stirkað á tí nýggja vígslubrævinum, sum hjún fáa í samband við borgarligt giftarmál. Løgtingsmaðurin vil eisini hava at vita, um tað er rætt, at í hjúnabandsbókini stendur “maki 1” og “maki 2” í staðin fyri “kvinnan” og “maðurin”,  og at tey skriva undir við hesum heiti.

Umframt orðingina spyr Jógvan á Lakjuni eisini, hvussu nógv “pør” av sama kyny eru gift í Føroyum, síðani lógin varð broytt.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin skrivar Jógvan á Lakjuni soljóðandi:

- Nýggj kynsneutral oyðubløð eru nú gjørd í sambandi við giftarmál, og so ótrúligt tað enn ljóðar, so eru heitini ”maður” og ”kvinna” beind burtur og strikað av vígslubrævinum, sum parið fær, tá ið tey eru gift, og í hjúnabandsbókini, har hjúnini skrivað undir, stendur nú ikki longur ”kvinnan” og ”maðurin”, men ”maki 1” og ”maki 2”. Hóast hesi tingini, sum henda, júst eru prógv um ta kynsneutralu ideologiina, sum ávarað varð ímóti, so fært tú teg næstan ikki at trúgva hesum og spyrt teg sjálvan, um endamálið hjá landsstýrinum veruliga er at viska burtur biologiskt kyn og at fáa fólk at hugsa og tosa í kynsneutralum ”termum”!

Í dag fæst so eitt sindur meiri greiða á hetta málið, tá landsstýriskvinnan svarar fyrispurninginum hjá Jógvani á Lakjuni.

Tingfundurin verður settur klokkan 10.

Sí allan fyrispurningin her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder