Innanlands

Sirið Stenberg: - Týdningarmikil yvirtøka

Landsstýriskvinnan fegnast um breiða undirtøku fyri yvirtøku av kort- og landmátingarmyndugleikanum

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum (Savnsmynd)

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum (Savnsmynd)

2018-12-10 19:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Yvirtøkan av kort- og landmátingar-myndugleikanum er ein týdningarmikil yvirtøka eftir mínum tykki. Vit miða eftir at taka ábyrgd fyri egnum viðurskiftum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, nú løgtingið hevur samtykt at yvirtaka lógarøkið.

Yvirtøkan fevnir um bæði land- og sjókort og kemur í gildi í tveimum, landkortøkið verður yvirtikið tann 1. apríl 2019 ímeðan yvirtøkan á sjókortøkinum fær gildi tann 1. januar 2020.

Løgtingið samtykti fyrrapartin uppskotið við triðju viðgerð, 23 atkvðum fyri og fimm ímóti.

- Á hendan hátt byggja vit eisini upp førleikar og kunnleika hjá okkum sjálvum, og eg eri glað fyri, at vit fingu breiða undirtøku fyri uppskotinum tvørtur um samgongu og andstøðu, sigur Sirið Stenberg í tíðindaskrivi frá Heilsu- og Innlendismálaráðnum í dag.

Yvirtøkan merkir, at frameftir verður tað føroyskir myndugleikar, sum hava lóggávuvaldið og útinnandi valdið á kort- og landmátingarøkinum. Málsøkið fevnir um lov om stedbestemt information, sum eisini verður lógargrundarlagið eftir yvirtøkuna.

Ætlanin er at leysgeva føroysk talgild landafrøðilig kortdata, soleiðis at hesi frítt kunnu gagnnýtast av almennum sum privatum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder