Innanlands

Sirið Stenberg á fundi við norðurlendskar ráðharrar

Í heila tikið hava Føroyar stórt gagn av at vera við í tí norðurlendska umhvørvissamstarvinum, heldur landsstýriskvinnan

2018-11-02 22:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Semja er millum norðurlendsku ráðharrarnar í umhvørvis- og veðurlagsmálum, at tað er av størsta týdningi at seta munadygg tiltøk í verk til tess at avmarka neiligu avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum. 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna hevur í vikuni verið á fundi saman við norðurlendsku ráðharrunum í umhvørvis- og veðurlagsmálum. Á fundinum kunnaði Sirið Stenberg um tey tiltøk, sum landsstýrið hevur framt á umhvørvis- og orkuøkinum. Somuleiðis kunnaði hon um tær avbjóðingar, sum Føroyar hava til tess at røkka málinum um at minka útlátið av veðurlagsgassum. 

Stórar avbjóðingar standa fyri framman á umhvørvis- og veðurlagsøkinum. Hesar broytingar fara eisini at merkjast í Norðurlondum og hevur tað stóran týdning at londini samstarva á økinum. Í viðmerking sigur landsstýriskvinnan: 

- Eg fegnist um, at norðurlendsku ráðharrarnir samtyktu eina norðurlendska samstarvsætlan, sum fevnir um tiltøk innan umhvørvi og veðurlag fyri árini 2019-2024. Hetta er eitt fet rætta vegin. Í heila tikið hava Føroyar stórt gagn av at vera við í tí norðurlendska umhvørvissamstarvinum og tað er týdningarmikið, at tað norðurlendska umhvørvissamstarvið eisini fevnir um smá samfeløg og útjaðaran í Norðurlondum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder