- Eg havi móttikið undirskriftirnar frá starvsfólkunum og eg bjóðaði teimum eisini at koma inn at práta. Eg havi eisini havt ein fund við samstarvsnevndina, sum umboðar allar fakbólkar á Landssjúkrahúsinum.
Tað sigur landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum. Mánadagin í síðstu viku fór Jóanis Erik Køtlum úr starvi á Landssjúkrahúsinum. Hann segði seg úr starvi, tí hann helt at samskiftið við aðalráðið hevði verið ov vánaligt.
Les eisini: 575 starvsfólk á LS skrivaðu undir mótmælisskrivið
Sirið Stenberg hevur sjálv sagt, at hon ikki hevur upplivað støðuna á sama hátt, og hon endurtekur fyri Portalinum, at hon hevur havt eina aðra uppliving av samskiftinum. Tí fær tað ikki avleiðingar fyri fólk í umsitingini, at samskiftið ímillum Jóanis Erik Køtlum og aðalráðið sambært fyrrverandi sjúkrahússtjóranum hevur verið vánaligt. Sirið Stenberg hevur ístaðin biðið umsitingina geva Jóanisi Erik Køtlum fundarboð.
- Tí kundi eg hugsað mær at prátað við hann sjálv, fyri at vita hvat tað er, sum ikki hevur rigga. Eg veit ikki nakað annað, enn at vit hava drigið somu línu og tikið megnartøk, meðan hann hevur verið í starvi, sigur Sirið Stenberg við Portalin. Hon sigur at endamálið við fundinum er ikki at fáa Jóanis Erik Køtlum aftur í starv, men bert at fáa kunning um, hvat hann er ónøgdur við.
Les eisini: Starvsfólkini á LS mótmæla skiftandi leiðslu
- Eg vil bara vita hvat hann meinar við. Eg havi ikki upplivað støðuna á sama hátt, men eg eri sjálvandi ikki altíð har, sigur Sirið Stenberg at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald