Týskvøldið bjóðaði Soli deo Gloria til temakvøld um sjálvboðið arbeiði við børnum og ungum, har Tonja Sonhardsdóttir, leiðari á Barnaverndartænastuni og Hans Mourits Foldbo, sálarfrøðingur løgdu fram.
Uppmøtingin var heilt góð, og nógv ítróttar- og frítíðarfeløg vóru umboðað, tá sjóneykan varð sett á, hvønn leiklut sjálvbodnir venjarar og leiðarar hava í trivnaðinum og menningini hjá børnum og ungum.
Eftir at Hallgerð Akurstein, stigtakari hevði bjóðað vælkomin, hevði Hans Mourits Foldbo, sálarfrøðingur eitt upplegg um tað góða barnalívið, har hann legði serligan dent á leiklutin hjá venjarum og leiðarum í ítróttar- og frítíðarfeløgum. Til dømis er tað avgerandi fyri trivnaðin hjá hvørjum einstøkum barni at kenna seg sum part av einum felagsskapi og at hava fyrimyndir at spegla sær í, og í júst hesum hava venjarar og leiðarar ein stóran og týðandi leiklut.
Eftir hetta greiddi Tonja Sonhardsdóttir, leiðari á Barnaverndartænastuni frá, hvussu farast skal fram, tá illgruni ella vitan er um mistrivnað hjá børnum og ungum. Í hesum sambandi greiddi hon eisini frá tí virkseminum, sum myndar gerandisdagin á Barnaverndartænastuni og stóra týdningin av samstarvi millum barnaverndina og tey, sum í gerandisdegnum eru um børnini og tey ungu, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Fleiri nýttu høvið at seta spurningar. Áhoyrararnir vístu stóran áhuga fyri at vita meira um arbeiðið hjá barnaverndini og eisini um fráboðanarskylduna, sum í barnaverndarlógini er ásett okkum øllum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald