Innanlands

Sjálvboðið arbeiðið gagnar sálarheilsuni

Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu skipar fyri verkstovu um hvussu ein kann gera sjálvboðið arbeiði á eldraøkinum

Mynd: Torshavn.fo

Mynd: Torshavn.fo

2018-10-08 19:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í sambandi við at vika 41 er Sálarheilsuvika, fer Heilsu- og umsorganartænastan at skipa fyri einari verkstovu, har høvi verður at hoyra nærri um, hvussu ein kann gera sjálvboðið arbeiði á eldraøkinum, og hvønn týdning tað kann hava, bæði fyri tann sum fær hjálpina og fyri tann, ið veitir hjálp. 

Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu fær javnan fyrispurningar frá borgarum og felagsskapum, sum ynskja at gera sjálvboðið arbeiði á eldraøkinum. Fyrispurningar koma frá fólki í øllum aldri, sum ynskja at gera mun fyri eitt annað menniskja. 

Tann sjálvbodni kann gera nógv ymiskt, og í stóran mun veldst um, hvat tann sjálvbodni ynskir at bjóða seg til. Talan er sjálvsagt ikki um at gera arbeiði, sum verður gjørt av starvsfólkum í Heilsu- og umsorganartænastuni, men kann t.d. vera at vitja onkran, sum situr einsamallur, at ganga ein túr saman, at lesa fyri onkrum, taka onkran við sær í kirkju, á møti, á konsert, til ein fótbóltsdyst ella bara at koma framvið til eitt prát. 

Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu fegnast um, at fólk bjóða seg fram og vísir á kanningar, ið staðfesta, at tað hevur gagnliga ávirkan á sálarheilsuna hjá einum sjálvum at gera væl fyri onnur, skrivar Tórshavnar kommuna.

Verkstovan verður á Reinsarínum í Tórsgøtu 11. oktober.
Umframt verkstovuna verður orðaskifti á skránni um sjálvboðið arbeiði á eldraøkinum sum heild, og møguleiki verður at fáa eitt prát um sjálvboðið arbeiði við starvsfólk í Heilsu- og umsorganartænastuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder