Í apríl mánaða skrivaði Portalurin um, at sjálvhjálparbólkur fyri fólki við sjúkuni bipolar var steðgaður orsaka av starvsfólkatrupulleikum.
- Tað er ikki tikin nøkur avgerð um at steðga hesum viðgartilboðnum. Reint praktisk hevur tað tó verið so, at annar av terapeutunum í bólkinum er farin í farloyvi, og vit hava ikki funnið nakran annan at traðka til júst hesa uppgávuna, segði Tormóður Stórá, yvirlækni við Portalin 19. apríl, tá hann eisini segði, at arbeitt varð við einari loysn uppá trupulleikan.
Les eisini: Sjálvhjálparbólkur fyri bipolar steðgaður
Men bólkurin er ikki byrjaður aftur enn. Tað váttar Tormóður Stórá fyri Portalinum. Hann leggur tó afturat, at bólkurin vónandi byrjar aftur eftir summarfrítíðina.
- Tað hevur verið trupult at finna fólk til bólkin, eisini tí hann liggur uttanfyri vanliga arbeiðstíð, sigur Tormóður Stórá.
Les eisini: Bólkurin fer at byrja aftur
Tað var Sanne Storm, sum tók stig til bólkin eftir prát við Grækaris Djurhuus Magnussen, sum sjálvur hevur sjúkuna bipolar. Bólkurin hevur virkað á tann hátt, at øll fólk, ið hava sjúkuna, hava havt møguleika at hittast fyri at tosa um sjúkuna og avbjóðingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald