
Nú hava 3687 føroyingar fingið fyrsta prikið. Hetta svarar til sjey prosent av fólkatalinum.
Hetta skrivar corona.fo.
Í gjár vórðu 388 føroyingar koppsettir fyri koronu. Talan var um sjúklingar í serligum vandabólkum, heilsustarvsfólk og búfólk.
Koppsett verður aftur í dag, og tað verður væntað, at knapt 4000 føroyingar hava fingið koppsettingina fyri koronu, tá dagurin er av.
Ein persónur hevur fingið seinna prik. Í morgin er ein mánaði síðani, at fyrstu prikini yvirhøvur í Føroyum vórðu givin.
Í Evropa eru í løtuni trupulleikar við at halda tíðarætlanina í mun til koppsetingar, og Statens Serum Institut hevur kunngjørt, at 59000 færri skamtir enn væntað koma til Danmarkar fyrstu mánaðirnar í ár. Júst hvussu hetta fer at ávirka Føroyar er óvist. Føroyar fáa sínar skamtir víðari úr Danmark, ið eisini stendur fyri rokningini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald