Innanlands

Sjómansmissiónin talvudag

Føroyska sjómansmissiónin verður 100 ár

Mynd frá 100 ára hátíðarhaldinum 5. mai (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Mynd frá 100 ára hátíðarhaldinum 5. mai (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2018-06-30 14:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

12. august í ár verður Føroyska Sjómansmissiónin 100 ár.

Hátíðarhaldið var 5. mai, í samband við Landsstevnuna hjá sjómanskvinnuringunum.

Føðingardagurin verður vanliga roknaður frá tí degi, tá sjómansstovan á Tvøroyri var goldin, og fyrsta skipaða arbeiðið hjá Sjómansmissiónini byrjaði.

Seinni komu sjómansheim og sjómansstovur í Føroyum, Íslandi, Grønlandi og í Danmark.

Sjómansmissiónin hevur roynt at sent trúboðarar har føroysku sjómennirnir hava verið.

Í løtuni er bara eitt staðbundið arbeiði uttan fyri Føroyar, og er tað Sjómansheimið Ørkin í Reykjavík.

Sjófólkið kennir Sjómansmissiónina á ymiskan hátt:

  • Øll føroysk skip hava fingið bókakassa, skriftstað og dvd/geyma við nógvum og ymiskum kristiligum innihaldi.
  • Sjómanstrúboðarin vitjar umleið 350 skip og bátar árliga um landið. Hann vitjar eisini umborð á útlendsk skip, eins og hann vitjar árliga í Íslandi og Grønlandi.
  • Síðsta ár vóru 1271 jólapakkar deildir út til sjófólk, sum teir 40 sjómanskvinnuringarnir um landið høvdu gjørt.
  • Sjómansmissiónin er virkin á Facebook, har millum annað kunnað verður um arbeiðið, um sjólív, skip og bátar.

Alt hetta fjølbroytta arbeiðið verður fíggja við sjálvbodnum gávum.

Sunnudagin 1. juli verður árliga innsavnanin fyri Føroysku Sjómansmissiónina í kirkjunum um landið.

Hjartans tøkk fyri eina góða 100 ára føðingardagsgávu til Sjómansmissiónina.

Í samband við 100 ára haldið var nýtt búmerkið avdúka, sum eisini sæðst niðanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder