Innanlands

Sjónband: Missiónshúsið í Rituvík varð vígt sunnudagin

Nógv fólk vóru komin saman til hátíðarhaldið. Nakrar styttri røður vóru, og Manskórið úr Rituvík og Taborkórið framførdu. Trúboðin hevur sett saman brot frá vígsluni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-02-01 14:15 Author image
Agnar Prestá

Hóast nýggja missiónshúsið í Rituvík er tvífalt so stórt sum tað gamla, so var tað sum sild í tunnu til vígsluna sunnudagin.  

Soleiðis skrivaði Trúboðin á heimasíðu sínari í gjár, tá eitt sjónband varð lagt út við brotum frá vígsluni. Tað sæst eisini ovast í greinini her.

Tað var ein hátíðarløta í Rituvík sunnudagin, tá ovara hæddin loksins varð tikin í nýtslu og húsið varð vígt. Tað var í 2017, at gamla missiónshúsið frá 1935 varð rivið niður. Fundamentið til tað nýggja húsið varð stoypt í desember 2018. Arbeiðið at innilokað varð heldur seinkað, men eftir at niðara hæddin var liðug, kundi andaliga arbeiði í húsinum byrjað - virksemið var í nøkur ár í Frítíðarskúlanum við Stórá.

- Síðsta árið hava sjálvboðin arbeitt eitt kvøld um vikuna og onkuntíð meiri. Síðstu tvær vikurnar hava umleið 10 sjálvbodnir mans verið til arbeiðis hvørt kvøld

Soleiðis greiddi formaðurin í stýrinum í Rituvík, Hjalmar Hansen, Trúboðanum frá fyri tíggju døgum síðani. Hann var ein av teimum, sum hevði orðið sunnudagin. Eisini vóru formaðurin í Kirkjuligu Heimamissiónini, Símun Persson Jacobsen, umframt sóknarpresturin, Meinhard Bjartalíð, á pallinum til vígsluna. Manskórið úr Rituvík og Taborkórið úr missiónshúsinum á Toftum høvdu sangframførslur.

Nýggja missiónshúsið í Rituvík er, eins og tað gamla, í tveimum hæddum, men er meira enn tvífalt so stórt, tí hvør hædd er 200 fermetrar. Ein sonevndur ”multisalur” er niðriundir, har eini 120 sleppa til borðs, tá størri tiltøk eru. Harumframt eru køkur, uppvaskirúm, goymsla, tvey vesi og tøknirúm í neðra. Í erva er ein salur, 110 fermetrar til støddar, ein stova, ið eitt nú kann brúkast til fundarvirksemi, barnaansing, bønarmøtir og annað, goymslurúm og eitt vesi.

Les eisini: 
Nýggja missionshúsið í Rituvik verður vígt

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald