Innanlands

Sjøtul settur á svimjihøllina

Svimjihøll verður partur av ítróttardeplinum í Runavík

Svimjihøllin verður staðsett norðanfyri Bylgjuni (Mynd: Runavíkar kommuna)

Svimjihøllin verður staðsett norðanfyri Bylgjuni (Mynd: Runavíkar kommuna)

2018-11-05 13:20 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyrireikandi arbeiðið er liðugt, og seinrapartin í gjár varð alt viðkomandi tilfar sent til úrvaldar arkitektar í Føroyum og uttanlands, ið skulu geva sítt boð uppá, hvussu nýggja svimjihøllin í Runavík skal taka seg út. Arkitektarnir fara at kappast um at tekna svimjihøllina og at ráðgeva kommununi í tilgongdini at byggja svimjihøllina.

Hetta er annars eitt gamalt mál í økinum og kommununi. Miðskeiðis í sekstiárunum, í hinari øldini, varð farið undir at fyrireika gerð av svimjihøll, og hevur hetta fleiri ferðir verið uppi at venda í skiftandi býráðum. Í eina tíð hevur verið virkað við málinum aftur, og nú er komið fram til ítøkiliga mótið, har veruligur sjøtul er settur á málið. Sigast skal tó, at endalig avgerð verður ikki tikin til byggingina fyrrenn málið er búgvið til tess og fíggingin fingin í lag.

Millum mongu krøvini, sum hava verið uppi og vent í fyrireikingini, til innihald í svimjihøllini, eru m.a.: Kappingarhylur á 25 metrar við 8 geilum, spæliøki, stuttleikahylur, heittvatnshylur, skreiðibreyt og vælveruøki við sauna, dampbaði og køldum hyli, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu síni.

Svimjihøllin verður partur av ítróttardeplinum í Runavík, og verður staðsett norðanfyri Bylgjuna.

Evsta mark hjá arkitektunum til tað, at lata uppskotini inn til Runavíkar kommunu, er 6. februar 2019. Eftir tað fer ein dómsnevnd, har umboð fyri kommununa, viðkomandi áhugabólkar og serfrøðingar í byggilist sita, at meta um innkomnu uppskotini. Táið dómsnevndin er komin á mál við sínum setningi, fær málið politiska viðgerð í nevndum og býráði.

Samlaði kostnaðurin er mettur til 66 milliónir krónur (uttan mvg), óvæntaðar útreiðslur, listarverk og leyst innbúgv.

Ætlandi verður spakin settur í svørðin einaferð í 2020, og høllin kann samsvarandi tí vera liðug í 2022. Alt er kortini treytað av politiskari undirtøku, táið endaliga avgerðin skal takast í málinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder