Innanlands

Sjóvar kommuna fingið nýtt búmerki

Inn komu 59 uppskot til nýtt búmerki

Mynd: Sjóvar kommuna

Mynd: Sjóvar kommuna

2018-12-17 10:09 Author image
Ari av Rana
placeholder

Leygardagin 15. desember varð nýggja búmerkið hjá Sjóvar kommunu avdúkað við eina hátíðarløtu í bygdahúsinum á Strondum. 

Sjóvar kommuna skrivaði í seinasta summar út búmerkjakapping. Freistin at lata uppskot inn til kappingina var 1. september, og inn komu heili 59 uppskot.

Vinnarauppskotið átti KREA, og hevur Sjúrður Højgaard tekna nýggja búmerkið. Pole J. Hansen, varaborgarstjóri og formaður í trivnaðarnevndini, handaði síðani vinnarinum av búmerkjakappingini, KREA, ein kekk uppá kr. 20.000, og var tað maðurin, ið hevur teknað nýggja búmerkið, Sjúrður Højgaard, ið tók ímóti.

Jógvan Fríðrikson, bispur, hugleiddi til endans um evni "samleiki". Jógvan dugdi sera væl at umrøða evnið, við støði í teimum avbjóðingum, kommunan hevur fyri framman.

Varaborgarstjóri helt røðu, har hann greiddi frá tilgongdini at velja nýtt búmerki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder