Innanlands

Sjóvar kommuna nýtt búmerki leygardagin 15. desember

59 uppskot vóru til nýtt búmerki

2018-12-13 15:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýggja búmerkið hjá Sjóvar kommunu verður avdúkað leygardagin 15. desember í bygdahúsinum á Strondum.

Sjóvar kommuna skrivaði í summar út búmerkjakapping. Freistin at lata uppskot inn til kappingina var 1. september, og inn komu heili 59 uppskot.

Dómsnevnd varð sett at hyggja eftir uppskotunum, og við serkønari vegleiðing varð eitt uppskot valt at verða nýtt búmerki hjá Sjóvar kommunu.

Fyrireikingarnar til avdúkingina eru nú komnar so mikið áleiðis, at klárt er at kunngera nýggja búmerkið.

Umframt at búmerkið verður avdúkað, verða eisini tónleikaframførslur, talur og hugleiðing skránni. 

Tónleikaframførslurnar koma Hanus G. Johansen og Jónvár Jovanovic at standa fyri. 

Hanus G. Johansen er sera kendur innan føroyskan tónleikaheimin, og syngur hann fleiri av okkara dýrastu sangskattum. Sangurin "Á, kundi á tíðarhavi", sum Hanus hevur gjørt landskendan, liggur heilt frammarlaga í kappingini hjá “Góðan morgun Føroyar” um føroya besta sang seinastu 50 árini.

Jónvár Jovanovic er ættað og búsitandi á Strondum. Hon syngur nógv, einamest í Kelduni, har hon er partur av lovsangsbólkinum. Hon hevur eina sera vakra rødd, og hana sleppa vit at leggja oyru til, tá hon fer á pallin at syngja nakrar sangir fyri okkum.

Hugleiðingina kemur Jógvan Fríðriksson, bispur, at hava. Jógvan kemur at hugleiða um hugtakið "samleiki", sum jú kann knýtast beinleiðis til skiftið til nýggja búmerkið. Eisini er hetta eitt evni, sum er sera viðkomandi í okkara vaksandi lokala samfelagi.

Onkur tala verður eisini í samband við avdúkingina av nýggja búmerkinum, har vinnarin av búmerkjakappingini eisini verður avdúkaður og fær gávu handaða.

Øll, sum møta til tiltakið, fáa eitt tinganest við nýggja búmerkinum á heim við.

- Sjóvar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder