Í nógvum londum er í løtuni stórt trot á maskum, verjubúnum og aðrari verjuútgerð, sum skal verja heilsustarvsfólk, ið taka sær av sjúklingum við korona.
Í vikuni eydnaðist tað tó Hollandi at fáa hendur á 600.000 maskur úr Kina. Maskurnar skuldu vera av slagnum FFP2 við góðari verju, men so var ikki.
Tað gjørdist skjótt greitt, at maskurnar ikki riggaðu, sum tær áttu, og nú eru allar maskurnar vrakaðar.
Sambært talsfólki hjá Catharina Hospital í Eindhoven, sum var millum tey sjúkrahús, sum fingu ein part av maskunum, er hetta ikki eitt eindømi.
– Har er nógv skrambul á marknaðinum. Tað eru fólk, sum royna at gera sær dælt av kreppuni, sigur talsfólk hjá sjúkrahúsinum sambært Ritzau.
Í vikuni máttu myndugleikarnir í Spania eisini vraka útgerð, sum ikki var í lagi. Talan var um royndarútgerð, ið verður brúkt at kanna fólk fyri koronasmittu – sonevndar testkits úr Suðurkorea, og tað vísti seg, at hendan útgerðin gav alt ov ógreið úrslit, og tí var vandi fyri, at fólk kundu enda við at fáa skeivt svar.
Eisini Danmark hevði trupulleikar í farnu viku. Mann hevði bílagt 450.000 maskur til Odense Universitetshospital, men útgerðin kom ongantíð fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald