Innanlands

Sjúrður Skaale heldur seg til fólkatingsvalið

Tað er nú endaliga staðfest, at fólkatinglimurin verður á javnaðarlistan 24. mars - men ikki 26. mars sum nógv annars høvdu væntað. - Dupult umboðan er hálv umboðan, skrivar Skaale

Sjúrður Skaale fekk 3.806 atkvøður til fólkatingsvalið í 2022 - flokkurin ynskir ikki duppult umboðan

Sjúrður Skaale fekk 3.806 atkvøður til fólkatingsvalið í 2022 - flokkurin ynskir ikki duppult umboðan

2026-03-05 21:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gitingar hava verið í eina tíð - eisini áðrenn valini vórðu útskrivaði - og nú Javnaðarfelagið í Suðurstreymoy hevur havt uppstillingarfund, kann tað staðfestast: 

Sjúrður Skaale stillar heldur ikki upp til løgtingsvalið hesaferð: Hann er ikki á javnaðarlistanum til valið 26. mars.

Tó verður havnarmaðurin, við nógvu royndunum, á fólkatingslistanum. Sjúrður Skaale hevur verið fólkatingsumboð fyri Javnaðarflokkin í 14 og eitt hálvt ár.

Hann fekk 3.806 atkvøður til fólkatingsvalið í 2022 og ætlar ikki at føra tvey valstríð samstundis.

- Tað ber als ikki til at føra tvey valstríð í senn. Flokkurin hevur tann greiða politikk, at fólkatingssessurin skal røkjast fulla tíð. Dupult umboðan er hálv umboðan. Tí kann eg ikki við trúvirði biðja fólk velja meg á Fólkating – og samstundis biðja tey velja meg á Løgting, skrivaði Sjúrður Skaale fyri lítlari løtu síðani.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder