Innanlands

Sjúrður Skaale: Sambandspolitkkur at arbeiða fyri sjálvstýri á Fólkatingi

Tað skal gerast hóvligari at flyta byrsur um landamørkini og Føroyar skal hava inntøkur burtur úr Netflix

Sjúrður Skaale legði fram á tíðindafundinum hjá Javnaðarflokkinum um valskránna til fólkatingið (Mynd: Sverri Egholm)

Sjúrður Skaale legði fram á tíðindafundinum hjá Javnaðarflokkinum um valskránna til fólkatingið (Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-25 18:43 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Eg vóni ikki, at tey, sum ætla at loysa frá Danmark ætla at seta ein múr fyri, soleiðis at pengar ikki koma frá Danmark. Tað er heilt nattúrligt at pengar fara um landamørk. 

Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsumboð- og valevni hjá Javnaðarflokkinum. Hann heldur tað ikki vera Sambandspolitikk at biðja um pening av donsku fíggjarlógini til verkætlanir í Føroyum. 

- Eg haldi ikki man kann deila tað upp soleiðis. Tað er skynsom fígging av nøkrum verkætlanum, sum báðir partar so ella so varða av, sigur hann. 

Javnaðarflokkurin fer á val við lyfti um ítøkilig úrslit heldur enn sambands- ella loysingarpolitikk á fólkatingi. Og umframt at flokkurin hevur fingið fígging av donsku fíggjarlógini, ynskir flokkurin eisini at fáa fígging úr grunnum til eitt nú gransking í Føroyum. 

- Pengar fara um landamørk alla tíðina. Til dømis hetta við Novo grunninum, sum var í heyst. Tað er ikki ein spurningur um samband ella loysing. Novo-grunnurin hevur stuðla heilsuverkunum í norðanlondum við eini rúgvu av pengum, sigur Sjúrður Skaale, hann leggur afturat, at vit eru partur av ríkinum og tí mugu kunna fáa fígging til einstakar verkætlanir. 

[object Object]
Javnaðarflokkinum hevði tíðindafund í Klaksvík fríggjadagin (Mynd: Sverri Egholm)  

- Vit eru ein partur av ríkinum. Vit gjalda mvg av talgilgum tænastum í ríkiskassan. Er tað sambandspolitikkur at fáa tað til Føroyar? Tað koma nakrir pengar av donsku fíggjarlógini til nakrar verkætlanir, ið so ella so viðkoma øllum ríkinum, er tað sambandspolitikkur?, spyr Sjúrður Skaale retoriskt. 

Javnaðarflokkurin hevur longu boðað frá, at hann stuðlar danska Javnaðarflokkinum í at gera stjórn í Danmark. Sjúrður Skaale sigur, at hann ikki stuðlar Mette Fredriksen treytaleyst, hóast hann longu hevur boðað frá, at atkvøðan hjá honum fer til eina sosial-demokratiska stjórn í Danmark. Hann sigur, at støður kunnu taka seg upp, tá hann fer at krevja at danir ganga føroyskum ynskjum á møti. 

Men Sjúrður Skaale heldur tað vera betri at stuðla einum flokki áðrenn valið, enn at samráðast við donsku stjórnina um viðurskifti, ið ein ikki veit, um man hevur stuðul til í Føroyum. Hann sipar eisini til, at Magni Arge hevur sagt seg vilja arbeiða ímóti tí, um ein føroysk stjórn fer at føra sambandspolitikk. 

- Sjálvt um tað verður sagt, at tað skal føra Føroyar fram á sjálvstýrisleið, er tann veruligi sannleikin, at tað er ein víðgongdur sambandspolitikkur. At man í samgongusamráðingum í danksa fólkatinginum skal taka avgerðir vegna føroyingar, er at máa støðið undir føroyska sjálvstýrinum, sigur Sjúrður Skaale. 

At flyta vápn og gjald frá Netflix millum prakistku loysnirnar 
- Eg kann nevna eitt nú vápnapass. Tað er eitt øgiligt roks at fara um markið við byrsum. Tað eru nøkur prakstisk ting, sum vit ætla at arbeiða við, sigur Sjúrður Skaale, sum lovar at Javnaðarflokkurin fer at arbeiða við praktiskum málum. Men hvørjum málum vil flokkurin arbeiða við? 

- Vit hava ein lista yvir nøkrum ítøkiligum málum, men eg kann ikki nevna øll her. Eitt mál er mvg av talgildum tænastum. Eftir hondini er ikki eitt hús, sum ikki hevur HBO, Netflix ella Playstation, men meirvirðisgjaldið endar í danska statskassanum. Tað er nakað, sum vit, um ynski er um tað í føroyska landsstýrinum, ætla at arbeiða við, sigur Sjúrður Skaale, sum undirstrikar, at talan verður bert um at arbeiða við mvg-gjaldinum, um eitt føroyskt landsstýri ynskir tað. 

- Vit hava nevnt ein lista av málum. Men treytin er, at tað er stuðul til tað í Føroyum. Um vit ætla at gera nakað saman við einum føroyskum myndugleika ella áhugafelag, mugu tey eisini vera við uppá tað, staðfestir fólkatingsumboðið hjá Javnaðarflokkinum. 

Javnaðarflokkurin ætlar ikki at arbeiða fyri nøkrum, sum eitt føroyskt landsstýri ikki ynskir. Øll ítøkiligi málini verða bara framd, um ein føroysk stjórn, eisini um hon er borgarlig, vil arbeiða fyri teimum. Men tá fólkatingsumboðið ikki skal fremja egnan politikk, men verða eitt umboð fyri føroyskar myndugleikar, er umboðið ikki tá bara ein føroyskur diplomatur? 

- Í stóran mun halda vit, at fólkatingsumboðið er ein diplomatur fyri føroysku stjórnina. Onkur heldur, at fólkatingsumboðið skal føra sambands- ella loysingarpolitikk á fólkatingi. Men tað halda vit vera at máa støðið undir føroyska sjálvstýrinum og fólkaræðinum, staðfestir Sjúrður Skaale at enda. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder