Innanlands

Sjúrður Skaale: Skal russiska hurðin latast aftur, má tann evropeiska latast upp

Danmark fylgir revsitiltøkunum hjá ES, tí Danmark er ein partur av ES, men Føroyar fylgja teimum av egnum fría vilja, vísir føroyski fólkatingslimurin m.a. á í temagrein í Altinget

- Um ES lat hurðina upp fyri Føroyum, hevði tað verið alsamt lættari at slitið samstarvið við Russland, sigur Sjúrður Skaale (Savnsmynd)

- Um ES lat hurðina upp fyri Føroyum, hevði tað verið alsamt lættari at slitið samstarvið við Russland, sigur Sjúrður Skaale (Savnsmynd)

2023-03-20 15:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skal russiska hurðin latast aftur, má tann evropeiska latast upp. Tað er høvuðsboðskapurin í temagrein hjá føroyska fólkatingsliminum, Sjúrði Skaale í Altinget um viðurskiftini í Arktis og fiskiveiðuavtaluna við Russland.

Í greinini greiðir Sjúrður Skaale m.a. frá, at Danmark fylgir revsitiltøkunum hjá ES, tí Danmark er ein partur av ES. Hinvegin fylgja Føroyar teimum av egnum fría vilja. Hvørki útflutningur av matvørum ella fiskivinnusamstarv gera ímóti átøkunum hjá ES.

- Um ES lat hurðina upp fyri Føroyum, hevði tað verið alsamt lættari at slitið samstarvið við Russland. Ein stórur partur av hesum hevði hent av sær sjálvum, tí nýggjar møguleikar hevði hóvað vinnulívinum væl, sigur hann.

Eisini vísir Sjúrður Skaale á, at Danmark hevur størsta samhandilin við Russland – ikki Føroyar.

Síðan Russland leyp á, er hann farin frá at vera uml. eitt prosent (2021) til 0,5 prosent (2022) av samlaða handlinum. Men føroyski útflutningurin til Russlands er í sama tíðarskeiði farin frá at vera 25 prosent til átta prosent sambært Hagstovuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder