Innanlands

Skaðin var ikki stórur

Tað var ein sjálvtendrandi klútur, sum var orsøkin til, at eldur kyknaði í einari ruskspann í høvuðsstaðnum í gjár, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-05-23 08:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað var ein sjálvtendrandi klútur, sum var orsøkin til, at eldur kyknaði í einari ruskspann nakað fyri klokkan sjey hósmorgunin, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

Ruskspannin stóð í einum bilhúsi á Ternuryggi í Havn.

Onkur hevði brúkt klútin at smyrja okkurt við og hevði síðani koyrt klútin í ruskspannina. Tað kann verða vandamikið, og eigur ein heldur á koyra klútin í eina spann av vatni, eftir at mann hevur smurt terassur og líknandi, minnir vaktleiðarin á.

Eldurin var skjótt sløktur, og skaðin var avmarkaður til ruskspannina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder