2025-05-22 07:44

Sløkkiliðið í Havn varð fráboðað í morgun, nakað fyri klokkan 7, at koma út til eini hús á Ternuryggi í Havn, har roykur kom úr einum bilhúsi.
Eldurin vísti seg at vera í eini ruskspann. Helst er orsøkin okkurt sjálvtendrandi, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Eldurin var skjótt sløktur. Og talan var ikki um nakran skaða av týdningi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald