Innanlands

Skaðin var stórur

Seinnapartin í gjár var eldur í pisshúsinum á Vaglinum – Málið verður nú kannað nærri, men fyribils sær út til, at eldurin kyknaði í eini ruskspann

(Mynd: Ronnie Thomassen)

(Mynd: Ronnie Thomassen)

2024-11-10 09:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Pisshúsið á Vaglinum í Havn hevur fingið rættiliga stóran skaða, eftir at eldur kyknaði harinni í gjár, og kannast skal nú, hvør upprunin til eldin var.

Tað var klokkan 14.43 seinnapartin í gjár, at boðað varð frá eldinum, og klokkan 14.52 var sløkkiliðið á staðnum. Tað gekk ein løta, áðrenn eldurin var sløktur, og klokkan 15.40 sluppu løgreglufólk inn at taka myndir, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

[object Object]

Pisshúsið er undir jørð frammanfyri ráðhúsið og við síðurnar av Hotel Tórshavn. Eldurin spjaddist ikki, men nakað av royki kom inn á hotellið, og varð heitt á fólk um at fara út. Tey flestu tóku av, men har var ongantíð nakar vandi á ferð hjá teimum, sigur vaktleiðarin.

Fyribils sær út til, at eldurin kyknaði í eini ruskspann, men hetta verður kannað nærri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder