Tað er líkasum ongin orsøk til at føroysku pensjónsgrunnarnir fíggja íbúðir uttanlands, tá teir líka so trygt kundu lagt pengarnar í føroyska íbúðarbygging.
Hetta er ein grundtanki aftanfyri ein part av bústaðarpakkanum hjá landsstýrinum, har 250 milliónir krónur afturat til Bústaðir at byggja 200 leiguíbúðir fyri, skulu fáast til vega við at skriva út nýggj lánsbrøv.
- Vit hava júst frætt, at pensjónskassarnir nú eiga næstan 10 milliardir krónur, men tíverri er tað bert ein lítil partur av hesum nógvu pengum, sum virkar og ger gagn í Føroyum. Við hesi bústaðarætlanini royna vit nú at skapa ein nýggjan marknað, so at teir stóru føroysku pengagrunnarnir kunnu seta pengar í føroyska íbúðabygging ístaðin fyri eitt nú donsk realkredittbrøv, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum.
Hon leggur afturat, at sjálvandi skulu pensjónsgrunnarnir spjaða íløgurnar, so at tær eru so tryggar sum gjørligt. Men landsstýriskvinnan er vitandi um, at pensjónsgrunnarnir hava eftirlýst møguleikan at seta ein part av pengunum í føroysk realkredittbrøv eisini, og tað er tað, sum landsstýrið við við bústaðarpakkanum.
Í hesum sambandi skal ein skipan gerast, so at trygdin fyri lánsbrøvini kemur at vera í bygningunum hjá Bústøðum, tí tað er ikki ætlanin, at landskassin skal standa sum garantur, leggur Kristina Háfoss dent á.
Tað verður Landsbankin, sum nú skal fyrireika útskrivingina av lánsbrøvunum. Bústaðir fingu herfyri heimild at taka upp 250 milliónir krónur í láni. Hetta verður fíggjað av einum føroyskum samtaki við Lív og báðum teimum stóru bankunum, BankNordik og Betri. Treytin fyri at tvífalda hesa upphædd er, at talan verður um lánsbrøv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald