Innanlands

Skálfirðingar heita á býráðið um at broyta bygdarnavnið

Skálfirðingar ynskja, at bygdin eitur Skálafjørður og ikki Skálabotnur

(Mynd: Tórfinnur Nielsen)

(Mynd: Tórfinnur Nielsen)

2018-10-31 18:38 Author image
Oda Strøm
placeholder

80 bygdarfólk í bygdini, sum summi kalla Skálabotni, og onnur kalla Skálafirði, hava undirskrivað eina áheitan til Runavíkar býráð, har heitt verður á býráðið um at broyta navnið aftur á bygdini til Skálafjørð.

Runavíkar býráð er á fundi um málið í kvøld, har áheitanin verður viðgjørd. 

Byggi- og býarskipanarnevndin og Mentanarnevndin mæla til at skipa fyri fólkaatkvøðu millum íbúgvarnar í Skálafirði/Skálabotni um bygdarnavnið, og at málið verður tikið upp við myndugleikan Staðarnavnanevndina, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder