SKAM hevur seinastu árini verið ein av teimum best umtøktu ungdómssjónvarpsrøðunum. Ikki bert í Noreg, har hon er framleitt, og har sjónleikararnir eru frá. Nógvastaðni kring heimin er norska málið og mentanin nú kend orsakað av veruleikakendu røðini.
Eisini í Føroyum er SKAM vælumtókt, og nú fáa føroyingarnir møguleikan at uppliva leikstjóran Julie Andem og sjónleikarin Thomas Hayes, sum spældi leiklutin sum William![]()
Julie Andem
Bókadeild Føroya Lærafelagsins, ið gevur SKOMM-bøkurnar út, boðar frá, at í samband við ársins Bókadagar og útgávurnar av SKOMM-røðini á føroyskum verða Thomas og Julie gestir á stórum skúlatiltaki við fleiri enn 200 næmingum í dag.
Tað er klokkan 16 í Norðurlandahúsinum, og samstundis sum talan er um skúlatiltak, so er tað eisini eitt alment tiltak. Silja Aldudóttir, ið hevur týtt handritið til føroyskt, prátar við rithøvundin og sjónleikaran.
Innanlands
SKAM: Leikstjórin og "William" vitja í Føroyum í dag
Sera vælumtøkta norska røðin verður givin út sum bókur á føroyskum. Í hesum sambandi er norsk vitjan til bókadadagarnar í Norðurlandahúsinum í dag.
William (Thomas Hayes) er ein av høvuðspersónunum í røðini (Mynd: BFL)
2019-11-22 10:42
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald