Føroyska skipafelagið Skansi Offshore hevur nú ítøkiligar ætlanir um at gera nakað við trupulleikan av plasti, sum rekst í sjónum.
Felagið hevur teknað og fingið patent upp á ein plastsópara, sum ætlanin er at seta umborð á skipini, so at tey kunnu samla upp plast meðan tey gera aðrar uppgávur.
- Talan kann vera um eitt rættiliga stórt øki. Sópararnir røkka tríggjar metrar út til hvørja síðu, og um skipið er 16 metrar breitt, er talan um eitt stórt sjóøki, sum verður reinsað, sigur Sámal Sivertsen, rakstrarstjóri hjá Skansa Offshore.
Skansi hevur gjørt ein film, har hugskotið verður lýst, og lagt hann út á YouTube. Fríggjadagin er ætlanin at lýsa ætlanina nærri við at senda tíðinaskriv út til kundarnar hjá felagnum og til almenningin.
- Higartil eru vit komin hartil, at tekningarnar eru gjørdar og patentið fingið upp á pláss. Vit fara nú at kanna um áhugi er hjá okkara kundum, so at vit kunnu fara í holt við at gera eitt frumsnið – eina prototýpu, sigur Sámal Sivertsen.
Tað er eitt sindur síðan, at Skansi Offshore boðaði frá, at felagið ætlar sær at vera ein aktivur viðleikari í stríðnum móti plastdálkingini í sjónum.
Á stóru Arctic Circle ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í vár, heitti stjórin í felagnum, Jens Meinhard Rasmussen, á politikarar um at gera nakað við hesa dálkingina. Hann greiddi eisini frá, at felagið hevði gjørt sær tankar um hvussu tað kann vera við í hesi uppgávuni.
Les eisini: Føroyskur frálandastjóri: - Gerið heldur okkurt við plastdálkingina
Sámal Sivertsen, rakstrarstjóri hjá Skansa Offshore, sigur í dag, at enn er støða ikki tikin til at seta hesar ætlaðu plastsópararnar í skipini hjá Skansa.
- Tað veldst um áhugin er hjá okkara kundum. Men vit vita, at tað eru fleiri oljufeløg, sum ynskja at vera við til at rudda plast úr sjónum. Og tað er hetta, sum vit ætla at bjóða teimum við hesi skipan, sigur Sámal Sivertsen.
Í stuttum er talan um eitt transportband, sum verður stungið í sjógvin tríggjar metrar út frá síðuni, og sum so savnar upp plastikk umborð, har tað verður goymt í bingju ella last og ført til lands. Talan er um eina skipan, sum kann brúkast av øllum skipum, sum arbeiða við lágari ferð.
Skansi Offshore roknar við, at hetta kann gerast eitt gott og bíligari íkast til tey skip og tær skipanir, sum nú verða send út einans við tí endamáli at sópa upp plast úr sjónum.
Sámal Sivertsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald