2018-11-27 11:11
Kommunustýrið fyri Sjóvar kommunu samtykti í gjárkvøldið fíggjarætlanina fyri 2019. Sambært fíggjarætlanin verða inntøkurnar 51,5 mió. kr., útreiðslurnar 44,7 mió. kr. og sostatt eitt úrslit á 6,8 mió. kr.
Íløgurnar verða 25,5 mió. kr., sum so merkir, at samlað er talan um eitt hall á 18,6 mió. kr. Hallið verður fíggjað við lántøku.
Skattaprosentið í kommununi verður 21% og barnafrádrátturin 7000 kr.
Ætlaðu íløgurnar hjá kommununi síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald