Innanlands

Skattaprosentið í Tvøroyrar kommunu lækkar við einum prosenti

Avlopið í rakstrinum er 7,2 milliónir krónur. Góðar 32 milliónir settar av til íløgur

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-12-04 17:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tvøroyrar býráð samtykti á fundi í gjár 3. desember fíggjarætlanina fyri 2019, sum javnvigar við 104,25 mió. kr.

Skattaprosentið í Tvøroyrar Kommunu lækkar við einum prosenti til 20.90%. Barnafrádrátturin verður tann sami sum í 2018 kr. 7.000,- fyri hvørt barnið.

Inntøkur av persónskatti komandi ár eru mettar til 56,15 mió. kr. og inntøkur av partafelagsskatti 2,0 mió. kr., íalt 58,15 mió. kr.

Inntøkurnar samanlagt hjá Tvøroyrar Kommunu komandi ár eru mettur til 76,7 mió. kr. íroknað afturbering til eldraøkið. Rakstrarútreiðslurnar eru mettar til 69,5 mió. kr. Avlopið í rakstrinum er sostatt 7,2 mió. kr.

Tvøroyrar býráð hevur í fíggjarætlanini fyri 2019 sett 31,352 mió. av til íløgur í kommununi. Hesar íløgur verða í høvuðsheitum býttar soleiðis á økini:

§ 1 Fyrisiting: kr. 850.000,-
§ 3 Børn og ung: kr. 9.181.924,-
§ 4 Undirvísing: kr. 1.880.000,-
§ 5 Mentan og frítíð: kr. 1.000.000,-
§ 6 Teknisk mál: kr. 13.241.519,-
§ 7 Kommunal virki: kr. 5.200.000,-

Íløgurnar verða fíggjaðar við yvirskotinum av rakstrinum, umframt lántøku á kr. 4,2 mió og tøkum gjaldføri á kr. 23,34 mió.

Tvøroyrar býráð hevur í fíggjarætlanini fyri 2019 sett kr. 3,38 mió. av til avdráttir av láni og kr. 525.000,- av til rentur av lániskuld. Við árslok 2019 verður skuldin svarandi til 0,78 í álíkning.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder