Innanlands

Skatturin lækkar á Tvøroyri

Góðar 31 milliónir settar av til íløgur – harav fýra skulu fíggjast við lántøku

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2018-12-05 07:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tvøroyrar býráð samtykti mánakvøldið fíggjarætlanina fyri 2019. Samtykt var at lækka kommunuskattin við einum prosentstigi, so hann verður 20,9 prosent í 2019. Barnafrádrátturin verður óbroyttur, 7.000 krónur fyri hvørt barnið.

Fíggjarætlanin hjá Tvøroyrar kommunu javnvigar við 104 milliónum krónum komandi ár. Inntøkurnar av persóns- og partafelagsskattiskatti eru mettar til 58 milliónir krónur.

Góðar 31 milliónir krónur eru settar av til íløgur í kommununi næsta ár. Nógv tann størsti parturin, 13,2 milliónir krónur fara til tekniska økið. Annars verða íløgurnar hesar: Børn og ung 9,2 milliónir, kommunal virki 5,2, undirvísing 1,9, mentan og frítíð 1,0 og fyrisiting 0,9 milliónir krónur.

Íløgurnar verða fíggjaðar við yvirskotinum av rakstrinum, 23 milliónum í tøkum gjaldføri og so er ætlanin at taka 4,2 milliónir krónur í láni.

Tvøroyrar býráð hevur í fíggjarætlanini sett 3,4 milliónir krónur av til avdráttir av láni og eina góða hálva millión til rentur av lániskuld. Við árslok 2019 er skuldin mett at svara til 0,78 árslíkning, skrivar Kristin Michelsen, borgarstjóri í tíðindaskrivi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder