Fyri tíðina verða ymisk trø hjá Tórshavnar kommunu skorin. Endamálið er mestsum altíð at sleppa undan, at træið koppar ella brotnar, soleiðis at træið kann varðveitast sum longst.
Í summum førum er trupulleikin tann, at træið stendur ov tætt upp at bygningi og kann gera skaða á eitt nú tekjuna, og fleiri trø nærkast endanum á sínum natúrliga lívsskeiði. Flestu av hesum eru av slagnum rønn, og eru tey oftast ikki so stór. Trø av øðrum sløgum sum ahorn og sitkagrann kunnu liva í fleiri mansaldrar afturat, um skaði ikki verður gjørdur á tey.
Fyri at fyribyrgja skaðum, ið kunnu standast av trævøkstri í býnum, er lendisdeildin hjá kommununi tískil farin undir at skera av teimum trøum, ið kunnu vera til ampa fyri bygningar í býnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald