2019-05-22 09:10
Í gjáramorgun og í morgun var løgreglan úti og gjørdi kanningar við skúlar um morgunin, tá fólk settu børn teirra av, hetta, sum verður kallað skúlapatruljan.
Í gjáramorgun vórðu kanningar gjørdar úti á Argjum, har 15 skutarar vórðu steðgaðir. Men skutaraførararnir skikkað sær pent, tí at har var alt í ordan.
Í morgun var skúlapatruljan við Eysturskúlan í Havn, og har fekk ein bilførari klipp í koyrikortið, tí at eitt barn ikki sat íbundið. Eisini vórðu nakrar átalur givnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald