Uttanlands

Skilnaðaravtalan hjá Theresu May vrakað fyri aðru ferð

Ynskir parlamentið ikki at fara úr ES uttan avtalu, fer parlamentið hósdagin at hava atkvøðugreiðslu um at útseta Brexit, sum eftir ætlan skal vera 29. mars í ár

Theresa May (Savnsmynd)

Theresa May (Savnsmynd)

2019-03-12 20:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Undirhúsið í bretska parlamentinum hevur í dag enn einaferð vrakað eina skilnaðaravtalu hjá bretska forsetisráðharranum, Theresa May.

242 atkvøddu fyri og 391 atkvøddu ímóti avtaluni, sum Theresa May og Jean-Claude Juncker samdust um mánakvøldið.

Í morgin verður eitt orðaskifti í Undirhúsinum um, hvørt mann ynskir at fara úr ES við ella uttan avtalu. Ynskir parlamentið ikki at fara úr ES uttan eina avtalu, fara tey hósdagin at atkvøða um at útseta Brexit.

Hetta er aðru ferð, at Undirhúsið atkvøður ímóti einari skilnaðaravtalu hjá Theresu May. Fyrstu ferð var 15. januar í ár, har tað gjørdist eitt søguligt tap við 202 fyri og heili 432 atkvøðum ímóti.

Eftir ætlan skuldi Bretland fara úr ES um 17 dagar, 29. mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder