5.-7. oktober verður lega fyri familjum við tilflytarabakgrund hildin í Nesvík. Hon er tann fyrsta av sínum slagi í landinum. Fyriskiparar eru Reyði Krossur Føroya og Útlendingastovan.
Endamálið við leguni er, at familjur við tilflytarabakgrund fáa høvi at hitta onnur, sum eru flutt til landið fyri at festa búgv í longri tíð. Á tiltakinum verða hugni og løtan saman sett í miðdepil.
Skráin fevnir m.a. um søgur úr ymiskum sjónarhornum frá tilflytarum, verkstovur um t.d. tað lítla føroyska samfelagið og ta nýggju vitanina um tvímæli, gongutúrar, kvøldseta við tónleiki frá Signar í Homrum, og ein stuttlig barnaskrá fyri allar aldursbólkar, sum Angela, Vár og Eir úr VEIA standa fyri.
Freistin at melda seg til leguna er sunnudagin 30. september. Les meira her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald