Týsdagin 11. juni og mikudagin 12. juni 2019 verður spennandi útnorðurráðstevna um javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum og við hús í Havn.
Ráðstevnan verður skipað undir vernd av íslendska formansskapinum í Norðurlendska ráðharraráðnum, sum samstarv millum íslendska Forsætismálaráðið og Almannamálaráðið í Føroyum, boðar Almannamálaráðið frá á heimasíðuni.
Ráðstevnan er í tveimum. Fyrri dagurin er skipaður við einum Barbershop tiltaki: Menn og dreingir fyri javnstøðu millum kynini. Seinni dagurin er ráðstevna, sum er skipað við framløgum og kjaki: Javnstøða á arbeiðsmarknaðinum og við hús.
Ráðstevnan varpar millum annað ljós á góðar royndir og úrslit at føra ein miðvísan javnstøðupolitikk, hví tað er umráðandi at fáa menn virknar í hesum arbeiði og ágóðarnar av kynligari javnvág bæði við hús og á arbeiðsmarknaðinum. Eisini verður tosað um teir ótilvitaðu sosialu normarnar, sum framvegis darva framgongdina.
Ráðstevnan er almenn, men neyðugt er at melda til: https://greengate.nemtilmeld.dk/2/
Til ber at lesa meira um ráðstevnuna á www.barbershopconfernce.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald