Uttanlands

Skipaferðslan kann verða noydd suður um Afrika

Enn er ikki eydnast at fáa "Ever Given" leysa

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-03-25 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Síðan hósmorgunin hevur stóra bingjuskipið “Ever Given” staðið fast á tvøran í Suez-veitini nærhendis býin Suez. Harvið er týdningarmikla ferðslan gjøgnum veitina tarnað, og skipini, sum bíða eru farin at hópa seg upp báðu megin við.

Enn er ikki eydnast at fáa 200.000 tons tunga, 400 metra langa og 59 metra breiða skipið leyst aftur.

Hendir hetta ikki skjótt, skulu skip og reiðarí umhugsa um tey skulu sigla suður um Afrika í staðin fyri gjøgnum Suez-veitina.

- Hetta fer at merkja seinkingar av vørunum. Tað merkir eisini, at nógv meira brennievni skal brúkast. Og sjálvandi gerst flutningurin dýrari, sigur Jacob Clasen, varastjóri í Danske Rederier við Ritzau.

Sambært Reuters verður um 12 prosent av øllum heimsins farmi fluttur gjøgnum Suez-veitina. Í 2020 fóru 1,17 milliardir tons av farmi gjøgnum veitina, upplýsir Suez Canal Autority. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder