Í løtuni herja tveir stórir skógareldir við høvuðsstaðin í Grikkalandi, Athen.
Í minsta lagi 50 fólk hava latið lív í eldunum, sum bæði eru vestanfyri og eystanfyri Athen sambært Reyða Krossi, skrivar TV2.
Sambært tíðindastovuni Ritzau hava nógvir íbúgvar verið noyddir at flýggja, og upp ímóti 100 hús eru oyðiløgd í óstýriligu eldunum.
Fyrsti eldurin kyknaði í einum furutræar-skógi tætt við býin Kineta, sum liggur 50 kilometrar frá Athen. Í minsta lagi 150 sløkkiliðsfólk eru á staðnum, og fimm flogfør og sjey tyrlur luttaka í sløkkiarbeiðnum.
Annar stóri skógareldurin kyknaði mánadagin seinnapart í Penteli-økinum eystanfyri Athen. Fleiri hús og bilar eru illa farin í økinum, og í minsta lagi trý flogfør og ein tyrla hjálpa teimum 50 sløkkiliðsfólkunum, ið royna at sløkkja eldin.
Stjórnin í Grikkalandi hevur biðið ES um hjálp til at sløkkja skógareldirnar, upplýsir ein talsmaður fyri sivilu tilbúgvingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald