2019-11-04 22:35
Nú er gjørt klárt á Vaglinum at leggja skoytibreytina á, so breytin eftir ætlan kann lata upp 15. november.
Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá í dag.
Ætlanin er, at breytin skal vera opin til 15. januar næsta ár.
Skoytibreytin verður opin millum klokkan 14 og 22 allar dagar undantikið leygardag, tá opið verður frá klokkan 10.
Meira kann lesast á heimasíðuni hjá kommununi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald