2020-12-03 15:47

Tórshavnar kommuna boðar seinnapartin frá, at orsakað av ymsum tøkniligum trupulleikum verður skoytibreytin á niðara vølli í Gundadali ikki klár at taka í nýtslu nú leygardagin.
Ístaðin letur skoytibreytin upp mánadagin 7. desember 2020.
Upplatingartíðir, skrá o.a. verður alt kunngjørt nærri mánamorgunin, skrivar kommunan á heimasíðu sínari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald