Mentan

Skráin klár til dansifestivalin í Vági

Norsku orkestrini Gutta fra Scandinavia og Bris standa fyri tónleikinum í ár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-04-24 07:20 Author image
Innsent
placeholder

Í døgunum 2. og 3. mai verður aftur hildin tann árligi Dansibandsfestivalurin í Vági. Fyrireikararnir av festivalinum eru nú lidnir við skránna fyri festivalin, har høvuðsnøvnini verða norsku bólkarnir Gutta fra Scandinavia og Bris.

Festivalurin byrjar fríggjadagin 2. mai við at Orðið á Borðið undirheldur á Hamragarði klokkan 10. Kvøldið byrjar klokkan 19 við suppu syngið við tiltaki í Vágs Høll, har Kári Poulsen er borðstjóri.

Dansurin byrjar klokkan 22 tá møguleiki er at vera við, tá Finnur S. Olsen sendir beinleiðis sína upp á tá sending í útvarpinum úr Vágs Høll. Klokkan 23 spæla Gutta fra Scandinavia á pallinum. Dansurin endar klokkan 2.

Leygardagin 3. mai verður skipað fyri gongutúri í Vági klokkan 10. Klokkan 13 verður dansibandsgudstænasta í Vágs Høll við Anniku Magnussen Gaard, presti, har Gutta’rnir eisini eru við.

Eftir gudstænastuna verður skipað fyri linedansi.

Klokkan 19.30 verður vælumtókta grillkvøldið við ymsum undirhaldi. Borðstjóri verður Magnus Magnussen, meðan Hentzar, Erolf og Terji spæla undir til felagssangin.

Klokkan 23 verður farið upp á gólv at dansa og hildið verður fram til klokkan 03. Norsku orkestrini Bris og Gutta fra Scandinavia standa fyri tónleikinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder