Innanlands

Skrásett brasilskt frábrigdi av koronu í Føroyum

Smittar eftir øllum at døma ikki so illa sum bretska og suðurafrikanska frábrigdini

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-01-18 19:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein føroyingur sum kom úr Brasilia úr síðstu viku, varð tríggjar dagar eftir komu staðfestur positivur við korona. Talan var um eitt nýtt frábrigdi í Evropa, eitt brasilskt frábrigdið, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, við útvarpið.

Helst er tað fyrstu ferð, at hetta frábrigdið er skrásett í Evropa, sigur landslæknin.

Hann sigur við útvarpið, at brasilska frábrigdið eftir øllum at døma ikki smittar so illa sum tað bretska og suðurafrikanska.

Tað eru hesir variantarnir, sum myndugleikarnir óttast.

Frá í dag fer tað at bera til nærum beinanvegin um ein positiv covid-19 roynd er við tí enska brigdinum ella ikki, sigur Lars Fodgaard Møller við útvarpið.

Í løtuni eru seks fólk í Føroyum staðfest við korona. Seinastu vikuna eru bara tríggir tilburðir staðfestir í Føroyum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder