placeholder
Uttanlands

Skúlagentur í USA ætlaðu at drekka blóðið hjá skúlafeløgum

11 og 12 ára gomlu genturnar ætlaðu at drepa 15 yngri skúlafelagar

Slaktaraknívurin genturnar ætlaðu at brúka til drápini (Mynd: CNN)

Slaktaraknívurin genturnar ætlaðu at brúka til drápini (Mynd: CNN)

2018-10-25 08:53 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tvær skúlagentur í Florida, USA vórðu handtiknar týsdagin, tá tær sótu inni á vesinum á skúlanum og bíðaðu eftir at drepa yngri skúlafelagar.

Genturnar høvdu ein knív við sær inni á vesinum, har tær ætlaðu at drepa 15 yngri skúlafelagar, og síðani drekka teirra blóð.

Myndugleikarnir skriva, at genturnar tilbóðu djevlinum, og at tær møguliga eisini ætlaðu at eta kjøtið av yngru skúlanæmingunum. Síðani ætlaðu tær at gera sjálvmorð, skrivar CNN.

Genturnar vórðu avdúkaðar, tá skúlin ringdi heim til foreldrini hjá einu gentuni, tí at hon ikki var í tíma. Varaskúlastjórin fór at leita eftir gentunum, og fann tær inni á vesinum. Tann eina gentan hevði ein stóra slaktaraknív og ein køksknív. Tær høvdu eisini ein pitsaknív, og eitt bikar, sum tær skuldu drekka blóðið úr.

Heima hjá gentunum fann løgreglan eitt kort tekna við hond, har “far til drápsvesi” stóð skrivað á. Eisini høvdu tær skriva “í dag er heilsu tími, takk Sátan, at vit gera hetta.”

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder