Ásvør Færø og Andreas Mouritsen sluppu ikki at kalla dóttir sína fyri Irdi. Tað var ikki fyrr enn eitt "ð" var skoytt uppí, at tað gekk. Tað greiddi pápin Andreas Mouritsen frá, í Degi & viku í kvøld.
Tey sendu navnanevndini eina umsókn um at dóttirin skuldu sleppa at eita Irdi, men fekk noktandi svar. Grundgevingin var, at veiktbend gentunøvn ikki kunnu enda við bókstavinum "i".
15 føroyskar kvinnur eita Irdi í dag hóast tað ikki stendur í navnalistanum.
- So royndu vit aftur hjá navnanevndini. Eg skeyt sjálvur upp, at vit skoyta eitt “ð” upp í navnið. Tí tað dáma tykkum so væl, og tað eru so nógv onnur, sum hava eitt "ð" í endanum, segði Andreas Mouritsen.
- Eftir tveir minuttir av tosi var tað leyst og liðugt, og tað gingu nakrir dagar, so høvdu vit eina váttan frá navnanevndini at gentan kundi eita Irdið við Ð, greiddi pápin frá.
- Hon eitur Irdið, men um vit fara at brúka Ð’ið, er ein annar spurningur, segði Andreas Mouritsen í Degi & viku í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald