Innanlands

Skuldsettur fyri harðskap

Ein persónur hevur sovið á løgreglustøðini í nátt í sambandi við eitt harðskapsmál, sum varð fráboðað í Havn

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-12-29 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Náttin hevur sum heild verið friðarlig hjá løgregluni. Tó hava verið støður, har fólk hava verið ósamd, og løgreglan hevur verið noydd at leggja seg uppí og skilja fólk at, og eisini er eitt harðskapsmál skrásett í nátt.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn upplýsir, at ein persónur varð tikin av løgregluni í nátt og koyrdur á støðina at sova rúsin av sær. Hetta var í sambandi við eitt mál um harðskap, sum varð fráboðað klokkan fýra í nátt.

Málið snýr seg um, at onkur skal verða sligin í andlitið, og fær sovandi gesturin hjá løgregluni helst eina skuldseting fyri harðskap, tá hann vaknar.

Løgreglan fer at tosa við partarnar seinni, og eisini fer løgreglan at tosa við partarnar í einum øðrum máli, sum løgreglan kannar. Tað snýr seg um eina ósemju millum fleiri fólk, og ógreitt er, um nakar verður skuldsettur í tí málinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder