Seinnapartin í dag fekk løgreglan boð um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið á Lambareiði í Eysturoynni.
Tríggir bilar vóru við í óhappinum.
Tað, sum hendi var, at tann fyrsti bilurin steðgaði fyri at loyva øðrum framvið, ein annar bilur steðgaði síðani aftanfyri honum, men ein triði rendi á og skumpaði næsta bilin inn í tann fyrsta.
- Hetta slagið av óhapp er ógvuliga sjáldsamt, greiðir vaktleiðarin á politistøðini í Havn frá.
Tað sá ikki út til, at nakar álvarsligur fólkaskaði var, men onkur vórðu koyrd á sjúkrahúsið, tí tey gramdu seg um pínu.
Løgreglan fær ikki sagt, akkurát hvussu stórur materielli skaðin er, men ein bilur mátti flytast burtur av øðrum bili.
Bilførarin, sum sat í aftasta bilinum, er skuldsettur fyri ikki at halda frástøðuna. Hetta kann hann fáa bót og klipp í koyrikortið fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald